Týr skal hava nýggjan trummuleikara. Á Facebook síðuni hjá kvæðarockbólkinum boða limirnir frá, at Kári Streymoy, og restin av manningini í bólkinum, nú fara hvør sín veg.
Víðari stendur at lesa í fráboðanini á Facebook síðuni hjá bólkinum, at orsøkin til skilnaðin er, at Kári Streymoy síðani 2008 hevur havt trupulleikar eftir at hava fingið skaða í ryggin, og at hetta síðani hevur darvað trummuspælinum. Hetta hevur somuleiðis gjørt samstarvið trupult og er hetta høvuðsorsøkin til slitið millum partarnar.
Í fráboðanini takka hinir limirnir, tað eru Heri, Terji og Gunnar, Kára Streymoy fyri tíðina í bólkinum. Teir fegnast um at hava havt hann við, og ynskja honum bestu eydnu framyvir.
Fráboðanin endar við, at nærri verður at frætta seinni um, hvør skal loysa Kára Streymoy av aftanfyri trummurnar, og sambært skrivinum, so kann lættliga henda, at mong gerast sera bilsin, tá hetta verður kunngjørt.