- Tær ósjónligu kvinnurnar í Føroyum

- Eg vil tala at, tí eg vænti tað eru fleiri miðalaldrandi kvinnur við mær, sum sita kroystar millum menn og sum hava mist seg sjálva burtur í einari mansdomineraðari verð, sigur 56 ára gamla Bergun Kass, sum í dag er arbeiðssøkjandi.

Mangan verður sagt frá politiskari síðu, at man ynskir at fáa javnstøðu í leiðandi sessum í landinum. Harímillum í nevndum, ráðum og á almennum arbeiðsplássum.

Men út frá hvørjum fortreytum ynskja vit at skapa javnstøðu?

- Eg síggi ikki kvinnuligar fyrimyndir í politiska landslagnum, sum kunnu eggja til broyting, sigur Bergun Kass.

Tí vit vita jú tað, at vit menniskju eru soleiðis skipað, at vit royna at passa inn har vit eru. Og eru leiðandi menninir oftast ein ávís typa, ja so royna onnur at passa inn í tað.

- Vilja vit hava kvinnur at kopierað menn og soleiðis bara forstørra trupulleikan við tí einstáttaða leiðsluforminum, spyr Bergun Kass.

Í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur á gøtuna í Havn í dag og kring landið í morgin, ber til at lesa eina longri samrøðu við Bergun Kass, um at vera kvinna í einum mansdominerandi heimi.