Týr í Sjónleikarhúsinum

Í kvøld er konsert við Týr í Sjónleikarhúsinum í Havn. Bólkurin Apocryphal Order hitar upp. Hettar er serstøk konsert við Týr, ið annars javnan er á fer úti í heimi. Talan er eisini um avmarkað tal av atgongumerkjum, ið eru at fáa við dyrnar.

Húsið er opið frá klokkan 19:30 og upphiting byrjar klokkan 20:30.