ÍSB hevur fyri stuttum sent út tíðindaskriv, har greitt verður frá føroysku luttøkuni á paraolympisku leikunum í komandi ári.
Síðani 1960 hava paraolympisku leikirnir verið hildnir sama ár, sum olympisku leikirnir, og eru kappingarnar her eisini skornar eftir sama leisti, og byrjað verður beint eftir at seinasta skotið er latið fyri olympisku leikunum.
Føroyar luttóku á fyrsta sinni í 1984, tá leikirnir vórðu hildnir í Los Angeles, og síðani hetta, hava vit verið umboðað á hvørjum ári.
Hava gjørt vart við seg
Ikki kann sigast annað enn, at føroyska luttakararnir hava verið sera góð umboð fyri Føroyar á teimum leikum, har tey hava luttikið.
Flestu føroyingar munnu ivaleyst minnast tey avrik, sum Christina Næs, Katrin Johansen og Tóra við Keldu framdu, tá tær luttóku í svimjikappingunum á leikunum.
Heiðursmerkini nærum floymdu inn yvir okkum, og tað er neyvan at taka munnin ov fullan, tá sagt verður at avrik teirra munnu teljast millum størstu avrik, sum eru framd av ítróttarfólkum her á landi.
Eisini gjørdu tær vart við seg uttan fyri paraolympisku leikirnar, og m.a. í HM hava tær eisini vunnið fleiri heiðursmerki, og m.a. eigur Katrin Johansen, sum er venjari hjá ÍSB, framvegis trý heimsmet, sum vórðu sett í 1995.
Tvær svimjigentur
Síðani Christina, Katrin og Tóra gjørdu vart við seg í vatninum, er eitt ættarliðsskifti farið fram á føroyska svimjilandsliðnum. Hetta hevur so eisini viðført, at úrslitini seinnu árini ikki hava verið tey somu, sum vit næstan vóru vorðin von við, men nú kann av sonnum sigast, at ein glotti er fyri framman.
Heidi Andreasen av Eiði og Ester Gaard Hansen úr Havn, fara báðar at umboða Føroyar í Sydney, og hóast tær báðar bert eru 14 ára gamlar, so hava tær longu nú megnað at svomið undir kravtíðirnar, sum eru treytin fyri luttøku á leikunum.
Harumframt er eisini ein onnur treyt fyri luttøku, og er hon, at svimjararnir skulu vera millum 20 teir ovastu á styrkislistanum hjá ICP, og eisini hesum krøvum hava tær báðar rokkið.
Nú skulu vit ivaleyst vera varin við at leggja ov stórar vónir á ungu herðarnar hjá teimum báðum, men tað er ikki frítt, at vónirnar fyri framtíðina eru góðar.
Tær eru sum einans 14 ára gamlar, og hóast tær kanska ikki fara at standa ovast á sigursskamlinum í Sydney, so hava tær enn fleiri góð ár eftir í sær, og við miðvísari venjing er als ikki óhugsandi, at tær kunnu vera við til at seta sín dám á komandi kappingar. Líkamikið um hetta verður í OL-, HM-, ella EM høpi.
Sum tey siga í ÍSB, so eru kanska líkindi fyri, at vit nú aftur hava nakrar gullfiskar í stoypiskeiðini.