Heri Joensen hevur verið frontmaður í bólkinum TÝR. Í kvirrum løtum millum Týr fløgurnar, hevur hann arbeitt við føroyskum tónleikarum, og arbeitt við fløguni Heljareyga. Í samband við fløguútgávuna verður móttøka í TUTLhandlinum á Káta Horninum fríggjadagin 5.mars. Kl.16.30. Fløgan kann keypast henda dag fyri einans 125kr. Vanligur kostn.169,00. Autografar verða eisini skrivaðir
Ígjøggnum Heljareyga ber til at ferðast til aðrar heimar. Ígjøggnum eyguni á helluni hjá sjálvari Guðinnuni av teimum deyðu, er tann óttaða sjónin Hel, ið stundum skoðar hennara kalda ríkið frá verð manna.
Í Føroyum eru umleið fimmtan ?Herljareygu?, ið vil siga djúp hol í helluni, sum aldurnar skola ígjøggnum í ringum veðrið, ella tá flóðin er høg.
Heri Joensen hevur brúkt trý ár uppá at skriva allan tónleikin og tekstirnar á Heljareyga.
Skerandi melodiir, fangandi gittar riff og episkar kompositiónir sermerkja tað 48 minuttir langu fløguna. Teir føroysku tekstirnir lýsa eitt persónligt stríð, og eitt lív, ið stundum hevur verið torført.
Fýra gávuríkir føroyskir tónleikarar vóru valdir út og bjóðaðir inn í upptøkuhølið at taka upp Heljareyga. Hesir eru: Gittarleikarin John Ivar Venned og bassleikarin Ísak Petersen, sum eisini spæla við í melodiska thrashmetal-bólkinum Synarchy. Hin gittarleikarin er Ken Johannesen, sum eisini hevur sítt egna project við heitinum: The Apocryphal Order. Amon Djurhuus spælir trummur. Hann hevur spælt trummur fyri Týr-trummuspælaran, Kára Streymoy?, á fleiri Týr-konsertferðum í 2008.
Teir fimm í Heljareyga ætla at fara á konsertferð, og at upptaka minst tvær fløgur afturat.
Fløgan fæst kring alt landið og á www.portal.fo