KÍ hevði sum vera man ongar trupulleikar, tá ið tær heimavølli fingu vitjan av ÍF. Við fýra málum legði Rannvá B. Andreassen lunnar undir ein 10-1-stórsigur, eftir at hálvleiksstøðan var 2-1.
AB og B36, sum eru beint í hølunum á KÍ, vunnu eisini sínar dystir um vikuskiftið. B36 vann 2-0 í grannauppgerðini ímóti HB, meðan AB somuleiðis vann 2-0 í teirra dysti ímóti B68/NSÍ.
FC Suðuroy, sum eitt nú hevur tapt 26-0 ímóti KÍ, fekk sítt fyrsta stig í kappingini í ár, tá ið tær megnaðu at fáa 1-1-javnleik á útivølli ímóti Víkingi.