Danska tónleikatíðarritið Gaffa viðmælir hvørja viku konsertir, ið verdar er at vitja um vikuskiftið.
Hesaferð stendur Aalborg Metal Festival ovast á listanum yvir góðar konsertir í Danmark komandi dagarnar. Festivalurin byrjar leygardagin, og millum nøvnini, ið verða nevnd, eru føroysku Týr.
Onnur nøvn eru t.d. Obscura og Abbath.
Aalborg Metal Festival stendur at vera staðsettur við Studenterhuset.