Týr og Valravn á Bryggjuni

Mikudagin 9. juli ber til at uppliva tvær musikalskt víðgongdar tulkingar av søguligu kvæðunum, mytunum og sagnunum á Bryggjuni, tá ið Týr og Valravn koma at spæla. Fyrst á kvøldinum ber til at uppliva Valravn, ið fáa íblástur frá norðurlendska og heidna uppruna okkara.

Bólkurin blandar søgulig ljóðføri við møguleikarnar í elektroniskum tónleiki á ein øðrvísi hátt, ið tey sjálvi rópa folk-tronica.

Live er Valravn ein superintensur bólkur við høgum musikalskum integriteti, ið trøllabindur áhoyrararnar við gomlum og nýggjum kvæðum og vísum. Tá ið dragilírin og skalmajan svinga, er ikki langt til spontanan miðaldar-freestyledans!

 

Týr ráða ikki einans á føroysku hard-rokk-pallinum, men teir hava eisini altjóða ordans tak í einum stórum fjepparaskara - og í Danmark hava teir næstan fingið kultstatus.

Við hollum støði í gudaheiminum hjá norðbúgvum upptraðka Týr við heidnari orku og musikaliteti, hvørs líki er trupul at hitta aðrastaðni.

Tekstir teirra eru eisini bygdir á gomlu norðurlendsku myturnar, og tónleikurin er ein blandingur av progressivum trash, fyrndargomlum føroyskum sangsiðum og skaldskapi, ið flott og seriøst modernisera okkara felags norðurlendska mentanararv.

 

Atgongumerki á 100 kr. kunnu fáast í undansøluni á www.bryggen.dk. Við dyrnar kosta tey 130 kr.