Týr hevur farnu vikuna ligið ovast á íslendska hittlistanum við ?Wild Rover?. Listin er soleiðis, at íslendskir ungdómar og skúlabørn atkvøða og minnir hetta tí ikki sørt um ?15 tær bestu? í Útvarpi Føroya.
Atkvøðast kann um 3 yndisløg um vikuna. 10 teir bestu dámdu sangirnir verða spældir á útvarpsrásum mikudag. Fyri at koma innar á topp 10 skal eitt lag fáa minst 100 atkvøður og fyri at gerast nummar eitt krevjast minst 400 atkvøður. 20 løg eru á løg á listanum.
Listin byrjar av nýggjum mánadag og til ber at atkvøða, um ein vitjar www.samfes.is/utvarp/vinsaeldalisti . Merk 3 løg og trýst skrá niðast á síðuni. Týr hava havt síðstu konsertina á íslendsferð teirra hesaferð og ummælini eru góð. Teir eru aftur á ferð í Íslandi tann 11. desember og spæla tá í Big Nasa Hall í Reykjavík.