Hondbóltstos
Sum tað framgongur aðra staðni í blaðnum so var Jørleif Kúrberg ikki komin vegin fram til Klaksvíkar, tá VÍF hóskvøldið fór undir dystin, sum ætlandi skuldi tryggja teimum gullmerkini.
Tá vit eftir dystin fingu orðið á Jørleif, ásannaði hann, at tað ikki var serliga hugaligt, soleiðis at sita og bíða, uttan at fáa gjørt nakað sum helst við støðuna.
- Nei. Tað var so einki serligt. Tað stuttliga við tí var, at eg helt dystin akkurát vera byrjaðan, tá vit so komu í høllina. At í mesta lagi eitt korter var leikt. Tá dómararnir so stutt eftir steðgaðu spælinum, skundaði eg mær at rópa leikararnar yvir til mín, tí eg helt, at talan var um time-out, men tá var to so longu hálvleikur.
Ikki bangin
Hóast hann soleiðis ikki fekk givið nøkur ráð til leikararnar undan dystinum, so bar venjarin ongan ótta fyri, at talan skuldi gerast um tap.
- Eg helt, at har eru so nógvar rutineraðar gentur á liðnum, og tað skuldu tær nokk eisini klára. At Agga so eisini hjálpti til við útskiftingini, hjálpti eisin til, og tað vísti seg eisini at ganga, segði seinkaði venjarin at enda.