Gongst, sum miljarderurin Richard Branson ætlar, sleppa ferðafólk út í rumdina í rúmdarferjuni Virgin Galactic um hálvt annað ár. Eftir ætlan skal rúmdarferjan flúgva ferðafólk út í rúmdina. Virgin Galactic fer at hava pláss fyri tveimum flogskiparum og seks ferðafólkum.
Sagt verður, at umleið 300 ferðafólk longu hava bílagt sær ferðaseðil, og hetta eru ikki bíligir ferðaseðlar. Tað fer at kosta hvørjum einstøkum ferðandi 200.000 dollarar ? ella meira enn eina miljón krónur ? at sleppa út í rúmdina við Virgin Galactic.
Øll verkætlanin hjá Richard Branson sigst kosta umleið 2,6 miljardir krónur.
Væntandi er, at fyrsta rúmdarferðin kann fremjast um 18 mánaðir, og ferjan er á stødd við ein minibuss.