Amerikanska rúmdarumsitingin NASA er farin undir niðurteljingina til at senda rúmdarferjuna Discovery út í rúmdina leygardagin.
Veðurlíkindini hava nógv at siga, tá rúmdarfør skulu sendast avstað, men sambært veðurmonnunum verður veðrið til vildar leygardagin, sunnudagin og mánadagin, og tí er tað rættiliga sannlíkt, at Discovery verður send út í rúmdina sum ætlað, skrivar AP.
Ferðin hjá Discovery er tann fyrsta í næstan eitt ár og onnur ferðin síðani vanlukkuna við Columbia fyri trimum árum síðani.