Tórálvi Stenberg til áminnis

Í Sandvíkar bygd hann vaks til mans,

Vinurin hann vit í dag munnu minnast

Altíð so var tað stavnhaldið hans:

Millum teir fremstu støðugt at finnast


Á Tvøroyri hann í realskúlan fór

At nema tað besta, tey kundu hann læra.

Men tá kendist verðin alt ov stór,

So best var fyrst til skips at fara.


Tí hann hevur eisini verið við slupp,

og sum rættur maður við vaðbeini staðið.

Tó tíðliga mundi hann leggjast upp,

Vildi heldur fáast við almannafæið.


Á Gjaldstovuna norð hann mundi fara,

har landsins ognir og skuld at hagreiða.

Har mundi hann eisini tað kynstrið læra,

Bæði tollarar og syndarar at avgreiða.


Til Keypmannahavnar brátt leiðin gekk,

Tó fyrst á Købmandshvile eitt skeið at fáa.

Síðani tú tann mikla lærdóm fekk,

Tey virki og stovnar rætt at grannskoða.


Hjá Aage Dahl tit fingu tykkum búð,

Og har mundu støðugt ætt og vinfólk finnast.

Tí inni hjá tær og tíni vøkru frú,

Vit mangar, góðar, ríkar løtur minnast.


Og Ballerupfelagið tit skjótt komu í,

Okkum øllum til alstóra gleði.

Tí aldrin tit firnaðust nakað stríð,

Men skipaðu dans og veitslur so fegið.













Tú sjómannsvísur fyri okkum kvað,

Og Torbjørn harmoniku spældi.

Til Singapor´og Adelaid´ vit fóru av stað,

Og seglini á “Taifununi” vit taldu.


Og bleivst tú ei sjómaður burtur av

Við gyltum snórum og gullknøppum.

Tú hevur tó ført oss um tað kvæðahav

Fylt við vøkrum moyggjum og avrekskøppum.


Á mangari veitslu hava vit Ormin tikið,

Og skotið Harra Hermann fyri bróstið,

Og teir danir og sviar av bunka rikið,

Og funnið Jákup djúpt í einum køsti.


Og vit hava verið við i Runsival

Og barst við risar við høvdum so ljótum.

Men altíð so gekk tað líka væl,

Tí tú - tú hevði dansin undir fótum.


At takka fyri alt, tú okkum hevur givið,

Tað megna vit ei av sonnum.

Tí her hevði als eingin dansur blivið

Hevði tú ikki lagt lag á hjá monnum.


Nú ert tú ei longur blant oss á foldum,

Í himnaskara tú lítur teg í kring.

Og hóast eingin treður dansin undir moldum,

Vit vænta tó, at tú skjótt slær ein ring.


Og har mannst tú hitta teir kappar reystu

Ja, Viljormur Kornus og Gudbrand við.

Í himnasali nú kvøða teir treystu

Og einglarnir dansa lið um lið.

Føroyskt Felag í Ballerup