- Tær lurta ov illa eftir

Tað sigur Kári Horn, venjari hjá Neistanum, við eitt sindur av skemti, eftir at Neistin vann 31-25 á StÍF á Skála. Í hálvleikinum var StÍF á odda 17-15.

Í næstan 50 minuttir spældi StÍF fult upp við Neistan, sum hevur vunnið allar dystirnar í hesum kappingarárinum. Men so tók Neistin yvir sum so mangan fyrr og vann dystin.
- Tær byrja at lurta teir seinastu tíggju minuttirnar í staðin fyri 50 teir fyrsti minuttirnar, heldur Kári Horn skemtiliga fyri.
Neistin kom illa frá byrjan og var eitt skifti aftanfyri 8-3.
- Vit royndu nakað nýtt í fyrra hálvleiki, og tað endar við at seta okkum undir eitt stórt trýst. Tað riggaði als ikki, men vit hava ikki vant tað so leingi, greiður Kári Horn frá.
- Vit mugu menna okkum sum lið, so tað ikki blíður so einfalt. Vit royna okkum millum annað við tveimum strikum og at verja longur frammi á vøllinum, men tað vísur seg, at tað er tað gamla, ið riggar og tað er tí vit vinna dystin, sigur Kári Horn.
Í hálvleikinum var StÍF á odda 17-15, men Neistin gjørdi skjótt av í seinna hálvleiki og minkaði um leiðsluna, so liðini fram til góar tíggju minuttir fyri tíð skiftust um at javna og leggja seg á odda við einum málið.
- Hetta er aðru ferð at vit eru aftanfyri í hálvleikinum og tað dámar mær væl, tí báðu ferðir havi eg fingið tær út til seinna hálvleik við fullari ferð, sigur Kári Horn.
Tá Neistin fyrst legði seg á odda hevði tú eina hóming av, at Neistin fór at koyra sigurin heim.
- Hini liðini tykjast knekka, tá vit koma framum. So hugsa tey at tað er farið og tað ger tað lættari hjá okkum seinastu tíggju minuttirnar. Vit vita at vit eru best teir seinastu tíggju minuttirnar og tað er har vit broyta úrslitið. Teir hava bjargað mær fyrr og tað gjørdu teir aftur í dag. Eg vóni eisini at teir fara at bjarga mær nakrar ferðir afturat, tí vit fara at royna ymiskt nýtt teir seinastu dystirnar sigur Kári Horn at enda.

trondur@sosialurin.fo

VÍF/Tjaldur vann aftur við einum máli

VÍF/Tjaldur ger álvara av avbjóðingini um FM finalu plássið. Aftur hesa ferð vunnu tær við einum málið

Tróndur Arge

Munurin millum VÍF/Tjaldur og Kyndil er minkaður úr seks stigum niður í tvey stig frá mikukvøldinum til í dag. Felagsliðið við Jan Ottosen á odda tykist hava fingið fatur á rætta endanum. VÍF/Tjaldur kom eisini betur frá byrjan til VB valdi at mansverja Liljuna Djurhuus og Adinu Petrea.
Hetta ger góðan mun, tí tá farið verður til hálvleiks er VB á odda 13-10. VB eru bara ellivu spælarar og tá Tamara Radic fær sína triðju útvísting, sum gevur reytt kort, blívur tað nakað tunt á VB liðnum.
Tað er javnleikur 22-22, tá góð tjúgu sekund eru eftir. Tá fer felagsliðið í álop og tað endar við at Eilin Hansen skorar.
- Hetta vísur bara at vit trúgva upp á tingini. Hóast vit hava nógvar ungar spælarar, so trúgva tær nógv meiri upp á tað nú. Tær eru eisini avgjørdar í avgerandi løtunum. Tað er ein góður eginleiki at hava, sigur Jan Ottosen, venjari hjá VÍF/Tjaldur.

trondur@sosialurin.fo

StÍF – Neisitin 29-31(17-15)
StÍF: Rebekka Justinussen 7, Paula Høgnesen 6, Bára Berthelsen 4, Oddrún Danielsen 3, Fríðrún Danielsen 3, Birtan Tummasardóttir 1, Erla Petersen 1
Neistin: Barbara Brauer 9, Marjun Danberg 5, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Durhuus 5, Eir Berg 3, Bára Hansen 3, Rakul Augustinssen 1
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen

VÍF/Tjaldur: Liljan Djurhuus 6, Eilin Hansen 4, Adina Petrea 4, Heidi Sevdal 3, Amanda Kristensen 3, Tóra Seloy 2, Barbara Nygaard 1
VB: Rannvá Johannesen 6, Marijana Trbojevic 4, Bára Krosslá Mortensen 3, Helga Eyðunsdóttr 3, Gurið Mortensen 2, Tamara Radic 2, Andrea Nielsen 2
Dómarar: Hannis Wardum og Uni Wardum

Støðan:

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 14 444 330 114 28
2 Kyndil 14 316 307 9 16
3 VÍF/Tjaldur 14 338 357 -19 14
4 VB 15 355 384 -29 10
5 StÍF 14 350 395 -45 9
6 Stjørnan 13 300 330 -30 7