Í kava og frosti leygarmorgunin lupu tríggjar kvinnur aftur á bláman í Nólsoy, eins og henda myndin vísir.
Myndir frá svimjing á Malarenda hava javnan ligið á facebook-profilinum, “Nólsoy í myndum”, haðani henda myndin eisini er.
Menninir hava ikki verið púrasta sørir og hava av og á verið úti í eisini. Soleiðis var herfyri, tá eitt nú Jógvan Thomsen, stjóri í Fjarskiftiseftirlitinum, var millum menninar, sum svam á Malarenda.
Tær, sum svumu í kava og frosti á Malarenda leygarmorgunin, kunnu av sonnum rópast “harða kjarnan í Nólsoy".