­Týr á konsertferð við svenskum málmsrisa

Týr ferð seinni í ár á konsertferð saman við kenda svenska deyðsmálmsbólkinum Amon Amarth kring Evropa

Nýggja Týr fløgan Ragnarok kemur í handlarnar 22. september, og limirnir í bólkinum siga seg vera sera vælnøgdar við upptøkurnar, ið teir meta vera teirra bestu higartil. Fløgan verður fyrsta fløga, ið bólkurin hevur spælt inn fyri útgávufelagið Napalm Records, ið fyrr í ár skrivaði sáttmála við bólkin um heimsumfatandi útgávur av fýra útgávum.
Í næstum fer Týr á konsertferð saman við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Slovenia. Men nú er greitt, at Týr aftur skal á konsertferð kring Evropa í november. Í sambandi við, at svenski deyðsmálmsbólkinum Amon Amarth gevur sína sættu fløgu With Oden On Our Side út, um sama mundi sum Týr gevur sína fløgu út, er føroyski víkingamálmsbólkurini boðin við á konsertferðina hjá Amon Amarth.
Amon Amarth er ein tann stórsti bólkurin innan sína tónleikagrein og hevur nógvar fjepparar. Við sær hava bólkarnir eisini finska Wintersun. Allir bólkarnir spæla tungan tungmálm við rótum í tí siðbundna fólkatónleikinum.
Konsertferðin byrjar í Frankfurt 2. november og ferðast kring Týskland, Italia, Kekkia, Ungarn, Sveis, Eysturríki, Póland, Frakland, Bretland, Belgia, Niðurlond, Svøríki og Noegi, áðrenn hon 2. desember endar í Stockholm. Talan verður um ein sera harðan mánað. bólkarnir spæla ikki færri enn 27 konsertir hesar 31 dagarnir.