Bólkurin Týr er júst farin á sína sjeyndu konsertferð í USA. Týr-manningin er í hesum døgum á ferð við tveimum finskum bólkum, ið kallast Korpiklaani og Moonsorrow og eisini einum estlendskum bólki, ið kallast Metsatöll.
Ferðin gongur hesaferð eisini til Kanada, og eru 24 framførslur ætlaðar uppá 26 dagar, frá 28 august til 23 september. Teir leggja leiðina framvið stórar býir sum Montreal, Toronto, Denver, Salt Lake City, Seattle, Vancouver, Detroit, San Francisco, Hollywood og New York.
Síðsta summar lá nýggjasta fløgan hjá Týr, The Lay Of Thrym, í tvær vikur á einum fyrsta plássi á College Music Journal listanum yvir mest spældu
tungmálmsfløgur í College Radio í USA.
Sáttmálin millum Týr og plátufelagið Napalm Records gekk út í september mánaði í fjør, og manningin í Týr sigur, at teir hava fingið fleiri sáttmálar í boðið til næstu fløguna.
- Væntandi skriva vit undir ein sáttmála við Amerikanska platufelagið Metal Blade Records í Los Angeles á hesum túrinum, sigur Heri Joensen, forsangari í bólkinum.
Týr hevur konsertir hesi støðini komandi tíðina:
Aug 28 - Imperial Theatre, Quebec City, Canada
Aug 29 - Club Soda, Montreal, Canada
Aug 30 - The Opera House, Toronto, Canada
Aug 31 - Peabody's, Cleveland, OH
Sep 01 - Mojoe's,Joliet, IL
Sep 02 - Station-4, St Paul, MN
Sep 03 - Granada, Lawrence, KS
Sep 04 - Marquis´Theater, Denver, CO
Sep 05 - Manny's, Billings, MT
Sep 06 - The Grand, Salt Lake City, UT
Sep 08 - Studio Seven, Seattle, WA
Sep 09 - Rickshaw Theater, Vancouver, Canada
Sep 10 - Hawthorne Theatre, Portland, OR
Sep 11 - DNA Lounge, San Francisco, CA
Sep 12 - Whisky A Go Go, West Hollywood, CA
Sep 13 - The Observatory, Santa Ana, CA
Sep 14 - Ramona Mainstage, Ramona, CA
Sep 15 - Rocky Point, Tempe, AZ
Sep 18 - Harpo's, Detroit, MI
Sep 19 - Club Infinity, Buffalo, NY
Sep 20 - Reverb, Reading, PA
Sep 21 - Empire, Springfield, VA
Sep 22 - Gramercy Theatre, New York, NY
Sep 23 - Palladium Upstairs, Worcester, MA