Tá landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum í Sosialinum seinasta týsdag avdúkaði, at ein umfatandi kanning skal gerast av Sernámsdeplinum, avgjørdi leiðslan á stovninum at fara frá.
Marita Petersen hevur verið stjóri á Sernámsdeplinum, síðani stovnurin formliga fór undir sítt virksemi 1. januar 1998, og Ása Ellefsen hevur verið skúlaleiðari.
Tær hava nú báðar sagt seg úr starvinum, og tær fara frá í januar mánaði næsta ár.
? Eg rými ikki, tí eg stúri fyri eini kanning av stovninum, men tí landsstýrismaðurin við sínum úttalilsum hevur sátt iva um virksemi hjá leiðsluni, sigur Marita Petersen.
Ása Ellefsen heldur, at ein kanning av Sernámsdeplinum ikki gevur útlit fyri, at skipað viðurskifti verða at arbeiða undir fyrstu nógvu árini, og tí fer hon úr sínum starvi.
Stríðst fyri at fáa alt upp á pláss
Løgfrøðisligu viðurskiftini á Sernámsdepilinum hava verið ógreið, síðani stovnurin fór undir sítt virksemi fyri næstan trimum árum síðani.
Ein kunngerð skuldi gerast um nýggja stovnin, men hon er ikki komin enn, og hóast setanarviðurskiftini hjá starvsfólkunum skuldu fáast í rættlag í 1998, er tað ikki hent enn.
? Líka síðani Sernámsdepilin fór at virka, hava vit stríðst fyri at fáa løgfrøðisligu viðurskiftini upp á pláss. Vit hava ferð eftir ferð mint Undirvísingar- og Mentamálastýrið á, at hetta mátti fáast av vegnum sum skjótast, men har er einki hent, sigur Ása Ellefsen, skúlaleiðari í Sernámsdeplinum.
Marita Petersen vísir á, at løgfrøðisligu viðurskiftini eru arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, og leiðslan á Sernámsdeplinum einki fær gjørt fyri at fáa hesi viðurskifti í rættlag, uttan at minna stýrið á at gera tað.
Ein kunngerð varð gjørd fyrr í ár, men hon er ongantíð sett í gildi, og tí er løgfrøðisliga grundarlagið undir stovninum framvegis ógreitt.
Vánalig útlit fyri broytingum
Marita Petersen og Ása Ellefsen eru samdar um, at ógreiðu viðurskiftini á Sernámsdeplinum eru ótolandi bæði hjá leiðslu og starsfólki.
? Tá gjørt varð av at skipa Sernámsdepilin, gjørdi eg vart við, at løgfrøðisligu viðurskiftini í sambandi við nýggja stovnin áttu at vera greið, og kundi hetta eftir míni hugsan gerast við eini kunngerð. Tíverri varð einki gjørt, og tørvurin á greiðum viðurskiftum, serstakliga í sambandi við starvs- og setanarviðurskiftini, hevur verið orsøk til ónøgd og ótryggleika hjá starvsfólkunum, sigur Marita Petersen.
Síðani hava stjórin og deildarleiðarin roynt at skunda undir, so ein kunngerð varð gjørd og sett í gildi, men hetta arbeiðið hevur einki úrslit havt við sær.
? Tá landsstýrismaðurin nú ætlar at skipa fyri eini kanning, sum fer at taka langa tíð at gjøgnumføra, eru eingi útlit fyri, at viðurskiftini á stovninum fara at koma upp á pláss fyrstu árini, og tí havi eg ikki hug at halda fram her, sigur Ása Ellefsen.
Hesum tekur Marita Petersen eisini undir við, men hon vísir samstundis á, at tað sum fekk bikarið hjá sær at flóta yvir, vóru orðini, sum landsstýrismaðurin í Undirvísingar- og Mentamálum varð endurgivin fyri at siga við Sosialin seinasta týsdag.
Hava ikki hug at bíða
Bæði Marita Petersen og Ása Ellefsen siga, at tær hava ætlað at sagt upp, tí arbeiðsumstøðurnar hava verið so truplar.
? Tað er óheppið landsstýrismaðurin ivast so stórliga í virkseminum hjá einum stovni undir sínum egna stýri, at hann heldur tað verða neyðugt, at ein uttanveltað nevnd skal kanna stovnin, sigur Marita Petersen.
? Men tað, sum serstakliga skelkar meg, er, at landsstýrismaðurin við sínum útalilsum alment sáar stóran iva um virksemi mítt sum stjóri á Sernámsdeplinum, og tí ynski eg ikki at halda fram í starvinum, sigur hon.
Marita Petersen og Ása Ellefsen siga báðar, at tær hava ikki hug at bíða eftir einum nevndararbeiði, sum kann hugsast at gerast rættiliga drúgt, áðrenn nakað kann gerast við løgfrøðisligu viðurskiftini á Sernámsdeplinum.
? Tí hava vit valt at siga upp, og ikki tí, at vit stúra fyri eini kanning, sigur Marita Petersen.
Kenna einki til kanningina
Leiðslan á Sernámsdeplinum heldur, at Undirvísingar- og Mentamálastýrið sum skjótast eigur at seta eina kunngerð fyri stovnin í gildi og at fáa starvs- og setanarviðurskiftini á stovninum upp á pláss.
? Síðani kundi ein nevnd arbeitt við spurninginum, hvussu tað sernámsfrøðisliga arbeiðið kundi verið skipað, so at foreldur fingu eitt heildartilboð ístaðin fyri at verða noydd at renna frá einum stovni til annan fyri at fáa alt at bera til, sigur Ása Ellefsen.
Ætlaðu kanningina hjá landsstýrismanninum av Sernámsdeplinum kenna tær báðar einki til. Tær hava ongan arbeiðssetning sæð og eingin hevur spurt tær um nakað, áðrenn landsstýrismaðurin nú avdúkaði ætlaðu kanningina.









