Tór-Ingar Akselsen skal spæla við 07Vestur í seinnu kappingarhálvu. Tað skrivar heimasíðan hjá felagnum Akselsen flutti til HB undan kappingarbyrjan í ár, men hann er mest nýttur sum innskiftari.
Sandsvágsmaðurin er 29 ára gamal. Hann hevur spælt 298 dystir fyri FS Vágar, 07Vestur og HB síðan 1997 og skotið 85 mál, skrivar heimasíðan.









