Tær hugsa ikki um at gevast

KÍ kvinnurnar hava sett met, og millenium liðið, sum onkur hevur nevnt tær, hava ongar ætlanir um at gevast, hóast tær lítla og onga mótstøðu fáa heima á landi. Drívmegin er góður sosialur felagsskapur og avbjóðingin í Europa Cup

FM KVINNUR

Leygardagin komu tær til Klaksvíkar við fimta FM heitinum á rað. Tað er rudduligt met í føroyskum kvinnufótbólti. Trý tey seinastu árini hava tær eisini vunnið steypakappingina. Tað er eisini met.
Í summar hava tær hølvað øll hini liðini av. Tær eru fegnar um at hava vunnið nógv, men tær sakna, at okkurt av hinum liðunum verður so mikið gott, at tað rættuliga fer at verða kapping um fremsta plássið.
- Eg hevði ikki sagt satt, um eg hevði hildið uppá, at vit eru orduliga uppsettar hvørja ferð, tá ið vit fara á vøllin at spæla í landskappingini og steypakappingini. Tað ber stutt sagt ikki til hjá okkum. Í nógvum dystum er munurin so stórur, at vit í verjuni einki hava at gera. Tær í álopinum renna, men vit verða ongantíð settar undir trýst, og tað er einki stuttligt.
Tað er Ragna B. Andreasen, sum er miðverji og liðformaðurin hjá KÍ kvinnunum, sum vit tosa við. Eftir at KÍ leygardagin vann FM heitið, hevur meiri enn helmingurin av KÍ kvinnunum verið upptiknar av landsliðsvenjingunum. Landsdystur verður á heimavølli ímóti Írlandi miðskeiðis í oktober. Tað gleða KÍ kvinnurnar seg til:
- Altjóða uppgávurnar eru avbjóðingar, sum gera tað hugaligt hjá okkum at spæla. Hetta er galdandi fyri landsdystir sum henda móti Írlandi, og eisini Europa Cup kappingarnar. Nú hava vit fýra ferðir á rað verið við í Europa Cup. Vit hava verið í Svøríki, Finnlandi, Hollandi og í summar vóru vit í Póllandi. Vit eru ikki enn greiðar yvir, hvagar vit skulu næsta summar, men vit gleða okkum og síggja fram ímóti ferðini.
Ragna sær altjóða luttøkuna sum ógvuliga týdningarmikla gularót:
- Tá vit fyrireika okkum og venja so nógv, sum tað ber til, plaga vit at spælsa móti smádreingjaliðnum hjá KÍ. Tað hevur verið ógvuliga hugaligt, og teir hava givið okkum mótstøðuna, sum vit vilja hava, og sum vit ikki fáa í landskappingini. Sjálv tann europeiska luttøkan er týdningarmikil á so mangan hátt. Ikki minst er hon týdningarmikil fyri sosialu samveruna og harvið eisini fyri innkoyringina av nýggjum spælarum. Flestu teirra sleppa ikki á liðið beinanvegin, men tær eru við, og tá ið vit ofta tosa um upplivingarnar, sum vit hava havt í Europa Cup, er tað gott, at tær nýggju kunnu tosa uppií, tí tær hava verið við.
Enn hava tit ikki megnað at spæla tykkum víðari í europeisku kappingini?
- Tað er málið hjá okkum. Nú er tað eisini vorðið lættari, tí tey bestu liðini eru ikki við í fyrsta innleiðandi umfarinum. Í ár taptu vit 2-1 ímóti liðnum, sum var styrkismett ovast. Vit halda, at tað eigur at bera til. Serliga um mótstøðuliðini ikki spæla so skjótt, men heldur spæla runt, so ber tað til hjá okkum at fylgja við, og vit ætla okkum avgjørt at sleppa víðari í kappingini. Tað valdast eitt nú, hvørjum vit skulu spæla ímóti, og so valdast tað eisini, hvar vit skulu spæla. Í summar var hitin ímóti okkum, heldur Ragna B. Andreasen.
Hvat fáa tit ítróttarliga burtur úr europeisku luttøkuni?
- Tá ið vit fyrireika okkum, hava vit sera góðan felagsskap. Tá ið vit spæla, leggja vit stóran dent á at vera so væl fyri, sum tað ber til, og so royna vit at spæla taktiskt. Tað er ikki neyðugt í føroysku kappingini, og tað darvar okkum. Vit liggja ofta aftarlaga, og so dúva vit upp á snarálop. Tað er stuttligt, tá ið hetta eydnast.
Hví hava tit ikki higartil fingið meiri burturúr í Europa Cup?
- Vit hava verið ov lítið royndar. Harafturat hava vit ikki verið nóg góðar á øllum plássunum. Í føroysku kappingini bilar hetta einki, meðan vit hava verið sektaðar í Europa Cup, tá ið tað ikki hevur verið nóg gott.

Hugsa ikki um at gevast
Fleiri spælarar eru miðskeiðis í tjúgunum. Onkrar eru eitt sindur eldri, og onkrar eru yngri. Felags fyri tær allar er, at tær ongar ætlanir hava um at gevast. Onkrar eru farnar av landinum í útbúgvingarørindum, og onkur er flutt aðra staðni at búgva, men bulurin er umleið tann sami, sum hann hevur verið seinastu fimm árini, tá ið tær hvørja ferð hava vunnið FM.
- Onkrar hava verið við heilt leingi. So eru vit nakrar, sum komu uppí í 1995. Hóast vit nú hava spælt í níggju ár, so eru eitt nú eg og Rannvá ikki eldri enn 23 ár, og tað er eingin aldur. Vit hava ongar ætlanir um at gevast. Onkur er við barn, men tær plaga at koma aftur, tá ið tær hava átt.
Men er tað ikki lítið áhugavert at halda fram, tá ið mótstøðuliðini í heimligu kappingini ikki eru betri?
- Sum eg segði, so kenna vit tað ofta soleiðis, at vit fyrst og fremst spæla ímóti okkum sjálvum. Mótstøðuliðini hava viðhvørt minni sjálvsálit, enn tær hava orsøk at hava. Fyri stuttum spældu vit á heimavølli. Tá jublaðu hinar, tí tær bara taptu 9-0. Tað hevði týdning fyri tær, at vit ikki vunnu við tíggju málum. Eg haldi ikki, at tær høvdu orsøkir at vera so dapurt skygdar, tá ið tær fóru á vøllin. Men tá ið sjálvsálitið ikki er størri enn so, so verður úrslitið har eftir.
Ragna B. Andreasen, liðformaðurin hjá KÍ, vil fegin hava, at tann kreditturin verður givin venjaranum, sum hon og hinar á KÍ liðnum halda, at hann eigur uppibornan.
- Jón Harald Poulsen er venjari hjá okkum, og tað hevur hann verið í nógv ár. Hann hevur fleiri ferðir tosað um at gevast, men hóttanin er, tíbetur, ikki vorðin til veruleika. Vit rokna við, at hann fer at halda fram, og Jón Harald hevur alstóran týdning fyri okkum. Longu miðskeiðis í níti árunum fór hann at stríðast fyri, at umstøðurnar hjá okkum skuldu vera góðar, tá ið vit venja og spæla dystir. Tað hevur eydnast støðugt at betra umstøðurnar, og tað ger tað ikki minni hugaligt, at vit kenna, at felagið roknar við okkum, og tekur okkara venjingar og dystir í fullum álvara. Vit hava somu útgerð og somu amboð, sum menninir hava, tá ið teir venja, og vit hava góðar venjingartíðir.
Hvat skal til fyri at fáa hini liðini at koma fyri seg aftur?
-At kvinnurnar taka í nakkan á sær sjálvum, og at tær ? eftir at hava víst, at tær taka uppgávuna í álvara ? seta feløgunum krøv.
Hvussu verður framtíðin hjá KÍ liðnum?
- Sum eg segði so rokni eg við, at tær flestu okkara fara at halda fram. Hjá gentum 14-17 ár hevur ikki gingið so væl í ár. Tað er ikki tí, at tað ikki eru fleiri góðir spælarar á liðnum. Heldur er tað tí, at venjingarnar ikki hava verið so væl skipaðar í ár. Eisini vit mugu kenna ábyrgd fyri, at hetta verður betri næsta ár. Eg ivist faktiskt ikki í, at tær fara at standa seg betri næsta ár, sigur Ragna B. Andreasen, sum er liðformaður á fimm falda meistaraliðnum hjá KÍ. Millenium liðnum taka tey til í Klaksvík.