Týr hitar upp

Í sambandi við 100 ára føðingardagin hjá HB, skipar havnarfelagið fyri ymiskum undirhaldi í sambandi við dystin móti B36

Fótbóltskarmar

HB ger eitt sindur eyka burturúr, nú teir sunnudagin spæla klassisku grannauppgerðina móti B36. Ein hálvan tíma áðrenn dysturin fer í gongd, fer væl umtókti rokkbólkurin TÝR at spæla við tennisvøllin.
Í hálvleikssteðginum fara dansigentur úr Havnar Fimleikarfelag at undirhalda á vøllinum - eitt fyribrigdi sum fleiri onnur feløg í landinum eisini nýta til teirra heimadystir. Dystirnir millum HB og B36 eru nakað heilt serligt, og er hetta orsøkin til, at so nógv verður gjørt burtur úr júst hesum dysti. At HB hevur møguleika fyri at ogna sær meistaraheitið sunnudagin, sigst einki hava at gera við tiltakið, verður sagt í tíðindaskrivi.