Um vikuskiftið gav Guitar Islancio út 4. fløguna, har nakrir siðbundnir íslendskir sangir eru á, umframt sangir úr skandinavisku londunum. Sangirnir eru kendir og væl dámdir í Íslandi, uttan kanska eini sangurin úr Grønlandi og sangurin úr Føroyum.
Tutl gav í 1999 út fløguna Rock from the cold Seas, ið Jens Guð samskipaði. Síðani hava íslendingar hugsað um íslendkan tónleik sum part av størri høpi í skandinaviskum samanhangi, einamest Føroyar, Ísland og Grønland.
Tá Týr komu við best dámda sangi í Íslandi í 2002, Orminum Langa, gjørdist hetta samanhang sjónligari. Sum so mangur íslendingur, so fall manningin í Guitar Islancio fyri Týr og Orminum Langa og vildu teir tí gera eina útgávu av einum lag hjá Týr til 4. fløguna hjá Guitar Islancio. Og tað gjørdist lagið Kærleiki til fosturjørð.
Í samrøðu við Morginblaðið sigur manningin í Guitar Islancio, at teir hava eitt sindur av heavy guitar í lagnum, sum ein heiður til rockbólkin Týr, sum teir meta høgt. Týr ger siðbundnar sangir og vísur til rock, eins og Guitar Islancio ger siðbundnan tónleik til jazz og swing.
Góðir menn
Guitar Islancio er instrumentalbólkur, ein trio við tveimum guitarum og bassi. Ein av guitarleikarunum er ein hin tekniskt besti í Íslandi, Bjørn Thoroddsen.
Hin er Gunnar Thórðarson, ið er kendastur sum guitarleikari í einum av fyrstu kendu ?Beatles-bólkunum? í Íslandi, , nevniliga Hjólmar. Hjólmar var høvuðsbólkur Íslands í sekstiárunum. Bólkurin gav undir navninum Thor?s Hammer út eina altjóða plátu, ið varð seld í 40.000 eintøkum kring heimin, mest í Bretlandi.
Í 1968 stovnaði Gunnar progressiva bólkin Trúbrót. Bólkurin spældi í nøkur ár og var nærum eitt sonevnt superband, har limirnir vóru kendir sum dugnaligir á ljóðførini innan rockheimin. Bólkurin spældi tónleik sum lá tætt við Led Zeppelin og Frank Zappa.
Íslendskir tónleikarar eru ikki vanir at endurspæla føroyskan tónleik, tó heimildarmaður okkara, Jens Guð, sigur seg minnast, at t.d. Hera Bjørk sang Aldurnar í tær og at Blásarakvintett Reykjavíkar hevur leikt tónleik eftir Kristian Blak.