Tær hava verið sjúkrasystrar í 30 ár

Tað eru nú liðin 30 ár síðani, at hesar fittu, ungu genturnar vóru klaktar sjúkrasystrar. Útbúgvingin byrjaði 4. august 1969 á háskúlanum, og vóru vit 18 í tali, tá vit byrjaðu og 14 í tali, tá vit vórðu útlærdar

Nógv og góð eru minnini frá forskúlatíðini, tá vit, ungar og fullar av dreymum um lívið frammanfyri, gleddu okkum til at nema kunnleika til hetta yrki, sum vit høvdu valt.
Spennandi varð, tá vit skuldu møta á deildunum, íklæddar stríputum bláum og hvítum bummulsbúnum við flipp og sloyfu, fyriklæð og kappa. Har lærdu vit tað praktiska arbeiði í sjúkrarøktini, og at hava umsorgan fyri sjúklingunum, sum vit bert høvdu lisið um, men nú skuldi læra at røkta. Vit lærdu »teori og praksis« - hond í hond saman við ábyrgd.
Vit vóru teir fyrstu næmingarnir, sum í 1970 fluttu inn á B75 at búgva.
Køkurin varð hjartað, har vit terpaðu saman, tað verði seg medisin, kirurgi, infektiónspatalogi ella aðrar lærugreinar.
Teir seinastu átta mánaðirnar gekk leiðin til Danmarkar, har vit tóku psykiatri á Nykøbing Sjælland, barnasjúkur og oyra/nøs og háls á Sundby Hospital. Síðani komu vit heimaftur og tóku tað endaliga prógvið.
Alt hetta sjóvaði okkum saman, og hava vit nógvar glaðar og ógloymandi løtur saman, sum nú eru dýrabar minni, vit goyma í huganum.
Tað er við sorgblídni, vit hyggja at myndini. Allar so ymiskar av lyndi og lagnurnar so ymiskar. Allar upplivað lívið við tí viðráki og mótrákið, sum tað nú einaferð hevur at bjóða. Tvær eru tíverri ikki millum okkum meira, og minnast vit tær við sakni.
Tað at kenna tykkum hevur gjørt mítt lív so nógv ríkari. Við hesum vil eg ynskja okkum tillukku við degnum og við nýggja heitinum, »sjúkrarøktarfrøðingar«, og takka fyri alt!
???????????
Heilsan Maria