Týr hava undirskrivað plátusáttmála

Týr hava skrivað undir ein sáttmála við Metal Blade Records uppá tríggjar útgávur, hvarav tann fyrsta ætlandi skal gevast út í mai næsta ár.

 

Plátufelagið Metal Blade Records, sum bleiv stovnað í 1983 av Brian Slagel, er kent fyri at hava gjørt bólkar so sum Metallica, Manowar og Slayer kendar í byrjanini av teirra yrkisleið. Bólkar hjá Metal Blade, ið eru virknir í løtuni, eru millum aðrar Amon Amarth, Behemoth og Cannibal Corpse.

 

Sáttmálin varð undirskrivaður mikudagin tann 12. september á tí kendu Rainbow barrini á The Sunsest Strip í Hollywood. Til staðar vóru millum onnur Brian Slagel sjálvur og limirnir í Týr. Eftir at sáttmálin var undirskrivaður, spældu Týr á Whisky A Go Go.

 

Bólkurin Týr er júst farin á sína sjeyndu konsertferð í USA. Týr-manningin er á konsertferð við tveimum finskum bólkum, ið kallast Korpiklaani og Moonsorrow og eisini einum estlendskum bólki, ið kallast Metsatöll.

 

Sáttmálin millum Týr og gamla plátufelagið Napalm Records gekk út í september mánaði í fjør.