Tær hava útvegað 200 túsund

KÍ ferðalagið var á midnátt í fyrrakvøldið komið fram til Makedonia, har tær longu seinnapartin í gjár fóru undir størstu avbjóðingina í ár

EUROPA CUP


Tað er fyrst og fremst avbjóðingin í europeisku kappingini, sum er orsøkin til, at óføru fótbóltskvinnurnar í Klaksvík dríva á at venja. Nógvar av teimum hava verið við í mong ár, tær hava vunnið nógv FM og steypakappingina fleiri ferðir, og fleiri teirra hava verið við á øllum fýra UEFA Cup ferðunum, sum KÍ kvinnurnar síðani 2001 hava verið.

Fyrr í summar taptu tær steypafinaluna 1-0 móti B36.
- Hatta var hentasta tapið, sum KÍ kvinnunum hevur verið fyri, helt ein av teimum, sum stendur liðnum rættuliga væl í síðstu viku.

Kanska hevur tað fyrr í ár viðhvørt verið eitt sindur av tómgongd, men soleiðis hevur tað avgjørt ikki verið síðstu nógvu vikurnar. KÍ kvinnurnar hava arbeitt av øllum kreftum fyri at vera væl fyri, nú tær í hesi vikuni skulu spæla UEFA Cup fótbólt í Makedonia á Balkan.

- Málið er at vinna dystir og helst at spæla okkum víðari í kappingini til næsta umfar, søgdu KÍ kvinnurnar, áðrenn tær fóru úr Klaksvík.

Umframt at venja og fyrireika ítróttarliga partin av ferðini, so hava KÍ kvinnurnar eisini arbeitt við at fáa fíggjarliga grundarlagið til vega. Neyðugt hevur verið at skaffa tvey hundrað túsund krónur. Hvør spælarin hevur útvegað ein stuðul upp á fimm túsund krónur, og so hava tey, sum standa liðnum nær, syrgt fyri hinum hundrað túsund krónunum.

- Tað eru mong, sum fylgja væl við, hvussu tað gongst KÍ kvinnunum. Bæði vanligir klaksvíkingar og norðoyingar og vinnulívið og bæði í Klaksvík og aðra staðni. Millum hesi hava vit funnið stuðlarnar. Summir eru alment nevndir, meðan aðrir hava lagt eina við, at navnið á teimum á ongan hátt skal koma fram, sigur ein av ábyrgdarpersónunum í ferðalagnum, sum nú er í Makedonia.

Ferðingin suður á Balkan var ikki bara bara. Ein partur av ferðalagnum, sum telur 30 fólk, fór av landinum sunnudagin, og hin parturin fór avstað mánadagin. Nítjan spælarar eru við, og umframt venjarar og hjálparfólk eru fýra áskoðarar saman við KÍ kvinnunum. Tann í ferðalagnum, sum er best kendur við umstøðurnar á Balkan, er fyrrverandi KÍ spælarin, Alexander Djordjevic, sum nú er venjari hjá KÍ unglingunum og 3. deildarliðnum, og sum er hjálparvenjari hjá Jón Harald Poulsen í Makedonia. Hann er sjálvur ættaður úr Beograd, sum nú er høvuðsstaður í Serbia, sum jú inntil fyri ikki so mongum árum síðani var høvuðsstaður í gamla Jugoslavia. Í tí ríkinum var Makedonia partur.

Avbjóðingin

Á midnátt mánakvøldið kom ferðalagið upp á pláss í Makedonia, eftir at ein partur av ferðalagnum mánadagin hevði millumlent í Wien og hin parturin hevði verið í Beograd. Einki annað var at gera mánakvøldið uttan at fara eftir høvdinum í song. Men tó ikki langt undir dýnuna, tí tað er ógvuliga heitt á Balkan.

Longu klokkan trý seinnapartin í gjár  tá ið sólin framvegis stóð høgt á luftini - var fyrsta av trimum avbjóðingum á skránni. Tá skuldi KÍ spæla móti sveisiska meistaraliðnum, Luwin. Í morgin, hósdagin klokkan trý, skulu tær spæla móti moldoviska meistaraliðnum FC Codru Anenii, og leygardagin skulu tær spæla móti makedoniska meistaraliðnum ZFK Shkiponjat.

KÍ hevur áður spælt móti FC Codru úr Moldova. Tað var, tá ið KÍ í 2003 spældi í somu kapping í Hollandi. Tann dysturin endaði 5-3 til moldoviska liðið, eftir at KÍ í steðginum hevði verið á odda 3-1. Hini bæði liðini vitstu tey í Klaksvík millum lítið og einki um undan fráferðini úr Klaksvík. Tað verður bara vinnarin í bólkaspælinum, sum fer at halda fram í kappingini.

Ein partur av ferðalagnum ætlast at vera aftur í Føroyum sunnudagin, og hini eiga ferðaseðil at koma til Føroya mánadagin.