Tær góðu løturnar viga meira

Tað gongur rættiliga væl fíggjarliga í Sumbiar kommunu, sum eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akrabyrgi.

Fyrstu ferð, hann stillaði upp til kommunuval, var á næst seinasta vali. Tá fekk hann 17 atkvøður og gjørdist varaborgarstjóri.

 

Á seinasta kommunuvali gjørdist hann fyrstvaldur við heili 65 persónligum atkvøðum og gjørdist borgarstjóri.

 

Maðurin er Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri í Sumbiar kommunu.

 

- Um eg stilli uppaftur? Jú, tað geri eg. Mær dámar ógvuliga væl at arbeiða í bygdaráðnum. Sjálvandi eru tað løtur, har tú hugsar, at hetta tímir tú ikki meira. Hinvegin eru tað nógvar góðar løtur, og tær góðu løturnar telja nógv meira enn tær minni góðu.

 

Eyðbjørn Thomsen sigur, at tað gongur rættiliga væl fíggjarliga í Sumbiar kommunu, sum eisini fevnir um Lopra, Akrar, Víkarbyrgi og Akrabyrgi. Kommunan hevur onga nettoskuld, men eigur pengar á bók.

 

- Einasta lán, sum kommunan hevur, er lánið, sum vit hava saman við øðrum kommunum í ellisheiminum Hamragarði í Vági, og hetta er eitt rentufrítt lán, sum ikki tyngir av týdningi.

 

Í Sumbiar kommunu búgva út við 350 fólk tilsamans.

 

- Kloakkirnar eru í lagi, og tað er drekkivatnið eisini. Hetta hava vit alt avgreitt. Vegirnir í kommununi eru góðir, og her er ikki nógv at koma eftir, sigur Eyðbjørn Thomsen, borgarstjóri.