Tær í GÍ/Tjaldrinum gjørdust aftur ov stuttar

Hondbóltur: Hóast framgongdin hevur verið stór síðani kappingin byrjaði, so eydnaðist tað heldur ikki hjá botnliðnum at fáa stig móti StÍF. Dysturin móti VB 13. mars verður avgerandi í botnstríðnum

GÍ/Tjaldur-StÍF 19-21 (8-12)


Felagsliðið hjá GÍ og Tjaldrinum er framvegis niðast í 1. deild, nú tær bert hava fýra dystir eftir at spæla í kappingini. Mikukvøldið var grannadystur í Runavík, har StÍF-kvinnurnar vóru á vitjan, og her eydnaðist tað silvurvinnarunum frá í fjør at vinna 21-19 og koma upp á bronsuplássið.

Støðan snýtir kortini eitt sindur, tí StÍF, sum nú hevur 17 stig, hevur spælt tveir dystir fleiri enn Neistin, sum hevur 16 stig.

Tí kann roknast við, at Neistin fer at taka seg framum StÍF aftur, kanska longu sunnudagin, tá Neistakvinnur skulu til Klaksvíkar at spæla móti Stjørnuni ? tað verður teirra fyrsti dystur í tvær vikur.

StÍF var frammanfyri alla tíðina móti GÍ/Tjaldrinum mikukvøldið, men munurin var ongantíð so mikið stórur, at tú kundi útrópa StÍF sum vinnara. Tað var ikki fyrr enn móti endanum av dystinum, tá StÍF eitt skifti var á odda 21-15, at munurin í málum var so stórur, at dysturin var avgjørdur. Og seinastu seks minuttirnar eydnaðist tað so GÍ/Tjaldrinum at fáa fýra mál, meðan StÍF einki fekk, so munurin at enda ikki bleiv størri enn 21-19.

Besta løtan hjá GÍ/Tjaldrinum ? burtursæð frá hesum seinastu seks minuttunum av dystinum ? var annars í byrjanini av seinna hálvleiki, tá tær frá 8-12, sum var hálvleiksstøðan, minkaðu munin heilt niður til 13-14. Ringasta løtan var hinvegin restin av hálvleikinum, tá StÍF dróg frá aftur og tíggju minuttir eftir at hava verið á odda við bert einum máli var frammanfyri 21-15.

So skjótt kann tað ganga hvønn vegin. StÍF kom eisini betur frá byrjanini og legði seg á odda 3-0 fyrstu tríggjar minuttirnar og frá 7-3 helt munurin upp á fýra mál sær restina av hálvleikinum, sum StÍF vann 12-8. Í seinna hálvleiki tók GÍ/Tjaldrið seg so inn á StÍF aftur, men nærri enn 13-14 komu tær ikki.

Sóley Mikkelsen skeyt tíggju mál hesuferð, meðan Paula B. Jacobsen heldur ikki hesaferð kom í gongd við málskjótingina fyrr enn í seinna hálvleiki.

Hjá GÍ/Tjaldrinum var rættiliga javnt millum fýra teir bestu málskjúttarnar, og liðið, sum fyrr í kappingini hevði meira enn trupult við at skjóta mál, hevði sjey ymiskar málskjúttar mikukvøldið. Framgongdin hevur verið eyðsýnd, sum kappingin er liðin, men so er spurningurin, um tað er nóg mikið til at halda liðnum uppi. Her verður altavgerandi dysturin um góðar tvær vikur, leygardagin 13. mars, tá VB vitjar í høllini í Runavík. Eisini VB hevur hótt fleiri av ovaru liðunum, og í ár hava nógv sagt, at VB-kvinnurnar eru betri á útivølli enn á heimavølli, so spenningurin í botninum er framvegis stórur.

StÍF hevur eins og fleiri av hinum liðunum havt ov óstøðug úrslit í ár, serliga í byrjanini av kappingini, til veruliga at gera seg galdandi í kappingini um føroyameistaraheitið. Tær kappast við Stjørnuna og Neistan um tey bæði seinastu heiðursmerkini, tí at Kyndil fer avstað við gullinum, man lítið vera at ivast í.

Stjørnan, StÍF og Neistin hava framvegis dystir eftir móti hvørjumøðrum og móti Kyndli, so enn er nógv eftir at spæla um, nú tann besta hondbóltskappingin í nógv harrans ár, bæði hjá kvinnum og monnum, fer at líða móti endanum.