Hann situr stillur og sigur ikki eitt orð. Tú sært ikki á honum, at hann í løtuni blívur tatoveraður, tí einki andlitsbrá er, sum gevur tekin um, at hann fær ilt.
Triðja og fjórða tatoveringin
Johan Mouritsen úr Havn fær sína triðju og fjórðu tatovering gjørda av Dann Haick, meðan Yngd er á vitjan. Tann triðja er ein rósa, sum er gjørd fyrr, men sum Dann Haick nú fríðkar um og leggur litir á. Tann fjórða er ein dama, sum vendir á høvdinum.
- Hvat hava hesar tatoveringar at siga fyri teg, Johan?
- Tær hava nógv at siga, tí eg havi sjálvur teknað báðar, sum eg fái nú, umframt tí einu, sum eg havi frá fyrr av. Tær flestu av tatoveringunum eru eisini persónligar.
- Nú hevur tú fingið tær eina rósu á økslina og eina damu, sum vendir á høvdinum, longri niðri á arminum. Hvat merkir hetta?
- Rósan er nakað, sum man ofta gevur eini damu, og daman er so rótin til sjálva rósuna. Tískil er samanhangur millum hesar báðar tatoveringar.
- Fert tú at fáa tær fleiri tatoveringar?
- Ja, tað fari eg.
- Nú hevur tú ikki nógv pláss eftir á armunum, hvar skal tann næsta so sita?
- Tað veit eg ikki, kanska á bringuni.
- At gjalda fleiri túsund krónur fyri eina tatovering, er tað ikki nógv?
- Nei, tað er tað ikki, tí tú hevur eina tatovering fyri lívið.
- Hvussu er við pínuni?
- Hon er yvirkomulig, tí tað er ikki so leingi.