Hóast bólkurin Týr ikki var millum 3 teir fremstu, tá dómaraatkvøðurnar vórðu taldar upp á Prix finaluni fyri viku síðani, so tykist, sum fáa teir væl burturúr luttøkuni. Teir vórðu valdir sum gestir á Jellingfestivalinum í ár.
Teir eru við í stórari tónleikakapping og tað gongur væl. Tann 23. maj spæla Týr í Vega í Keypmannahavn.
Spennandi tilboð
Í kjalarvørrinum av Prix Føroyar finaluni, hava Týr fingið tilboð um at koma til upptøku. Og tað er ikki júst ein og hvør, ið hevur boðið teimum.
Ein av útlendsku gestunum til finaluna hesaferð, ið eisini vitjaði finaluna í 1999, var Jens Ove Friis. Hann er stjóri í CMC-Records og er t.d. maðurin, ið tók Creamy undir sínar veingir. Hann hevur føroyska konu og vitjar ofta í Føroyum, fyri at lurta eftir, hvat rørir seg á føroyska tónleikapallinum.
Eftir finaluna segði Friis við Sosialin, at honum dámdi væl Týr, hóast hann ikki júst visti, um hann tordi at bjóða teimum plátusáttmála. Týr fara aftur til røturnar, kvæðini, og hetta dámdi Friis væl. Hann segði, at honum lysti at vita, um hetta eisini hevði kommersiella megi.
Og nú hevur Jens Ove Friis boðið Týr at koma í upptøkuhølini. Hvat stendst av hesum, er sjálvsagt ógjørligt at siga, men staðfestast kann, at Týr avgjørt er ein bólkur, ið hevur nógv jørn í eldinum í løtuni og nøkur av jørnunum eru heit.









