Týr fara á G!

Saman við trimum føroyskum og trimum útlendskum varð Týr í dag sett á plakatina til G!-festivalin í ár. Av teimum sjey nøvnunum, eru føroysku kvæðarockar´arnir helst teir, ið vekja størstan ans.

Umframt Týr fevnir plakatin nú um donsku Lucy Love, Svenska Moto Boy og danska Afenginn.

Umframt Týr komu trý onnur føroysk nøvn eisini á plakatina. Tey eru Brandur Enni, Analog Norð og Froðbiar sóknar bluesorkestur.