Út úr faðirsins skugga

Ane Mærsk Mc-Kinney Uggla er tann nýggi leiðarin í stórfyritøkuni A.P. Møller Mærsk, og hóast hon fær stóra ábyrgd og stórt vald, fær hon fær ongantíð somu støðu sum pápin

Fyri fyrstu ferð situr ein kvinna á ovastu rók í A.P. Møller Mærsk. Mærsk Mc-Kinney Møller og konan Emma fingu tríggjar døtur, og tað er tann yngsta, Ane, sum nú hevur tikið við eftir pápan. Við yvirtøkuni hevur hon ræðið á grunnunum, sum eiga partabrøv fyri einar 100 milliardir krónur ella umleið 60 prosent av partapeninginum í stórfyritøkuni.

Tað eru tey fáu í Danmark, sum kenna Ane Uggla, og sambært donskum vinnulívseygleiðarum kemst tað av teirri einføldu orsøk, at hon hevur liva í skugga faðirsins. Hennara uppgáva frameftir verður at tryggja, at familjan framvegis hevur ræðið á fyritøkuni.

-Men hon verður ongantíð tann vinnulívsleiðarin og tann ímyndin, sum pápin var, sigur Niels Lunde, blaðstjóri á Børsen.