Eyðun Klakstein
Nú eru kvæðarockararnir í Týr aftur farnir á ferð. Bólkurin hevur verið ein tann virknasti føroyski bólkurin í útlandinum seinastu árini, og í summar skulu teir spæla í fleiri londum.
Í hesum døgum eru teir á konsertferð í Íslandi, og hóskvøldið høvdu teir fyrstu framførsluna, tá ið teir spældu í Sjallinn á Akureyri. Í gjárkvøldið spældi Týr á Akranesi, og í kvøld stendur Grand Rokk í Reykjavík á skránni. Síðani gongur leiðin til Ísafjørð, Húsavík og Egilstaðir, har seinasta framførslan verður mikukvøldið.
Týr hevur fleri ferðir áður spælt í Íslandi, har teir gjørdust landskendir við Orminum Langa fyri góðum tveimum árum síðani. Týr setti ferð á eitt føroyskt rák í Íslandi, sum hevði við sær, at fleiri føroyskir bólkar fingu møguleikan at spæla haryviri.
Síðani er eisini Eivør Pálsdóttir vorðin kend í Íslandi, men íslendingar hava ikki gloymt Týr, og nú spæla teir aftur fyri íslendingum.
Festivalar í Týsklandi.
Týr skal ikki bara spæla í Íslandi í summar. Teir hava havt fleiri framførslur í Føroyum, og í juli mánaði skulu teir aftur uttanlands til spennandi uppgávur.
Tá skal Týr verða við á tveimum rockfestivalum í Týsklandi. Tann fyrri er í døgunum frá 9. til 10. juli, og hann kallast Headbangers Open Air Brande. Tann seinni festivalurin er frá 16. til 17. juli, og hann gongur undir navninum RockTown Open Air Bebra.
Tónleikurin hjá Týr kemur víða, hann verður ummældur í rockbløðum og á internetsíðum kring allan heim, og eisini í Týsklandi er tað onkur, sum hevur fingið oyruni upp fyri Týr. Tað hevur havt við sær møguleikan at spæla á rockfestivalum undir opnum himli í Týsklandi.
Týr skal eisini hava onkra framførslu í Danmark í summar.
Manningin broytt
Fyrstu ferð nakar hoyrdi um bólkin Týr var í Prix Føroyar tónleikakappingini fyri góðum trimum árum síðani. Bólkurin kom tá rættiliga fram við teirra rockútseting av Orminum Langa, sum gjørdist ársins hitt í Føroyum tað árið.
Síðani hevur bólkurin gjørt nógv um seg. Hann hevur givið tvær fløgur út, hevur verið á konsertferð ymsastaðni uttanlands og hevur eisini staðið seg væl í onkrari danskari tónleikakapping.
Manningin í bólkinum er broytt fleiri ferðir, síðani bólkurin kom fram, og aftur í ár er ein nýggjur maður komin upp í bólkin. Tað er íslendski gittarspælarin Ottó P. Arnarson, sum fekk møguleikan, eftir at Týr alment leitaði eftir nýggjum gittarspælara.
Málið hjá tónleikarunum í Týr er at gerast yrkistónleikarar, og teir siga seg vita, at tað skal nógv stríð til, áðrenn málið verður rokkið.
Og í summar taka teir kanska nøkur fet rætta vegin.
Myndatekstur:
Týr skal næstu dagarnar spæla fyri íslendingum, og seinni gongur leiðin til Danmarkar og Týsklands. Mynd: Jens Kristian Vang
(At koyra í kassa:)
Týr
Tónleikararnir í Týr spældu fyrstu ferð saman í 1998, men teir fingu gjøgnumbrot í Prix Føroyum í 2001.
Manningin í bólkinum er broytt nakað hesi árini, og nú spæla hesir í bólkinum:
Heri Joensen - sang og gittar
Ottó P. Arnarson - gittar
Gunnar H. Thomsen - bass
Kári Streymoy - trummur