Mikukvøldið fer føroyski bólkurin, Týr, at kappast ímóti 11 donskum bólkum í stórari europeiskari tónleikakapping.
Kappingin kallast Emergenza, og er ein risastór kapping fyri nýggjar bólkar, sum ætla sær fram. Vinnarin av donsku kappingini sleppur at luttaka í europeiska endabrestinum, sum verður í Týsklandi.
Í apríl mánaði var Týr við í einum av fýra innleiðandi kappingum í Danmark. Her gekk tað so væl, at Týr vann sína innleiðandi kapping.
Tríggir bólkar komu víðari frá hvørjum innleiðandi umfari, og tað gevur tí 12 finalistar í kappingini, sum verður hildin í Store Vega í Keypmannahavn í annaðkvøld.
Vinnarin sleppur við á Taubetal Open Air Festival, har vinnarar frá kappingunum kring um í Europa eisini verða við.
Gera bart í Jelling
Týr er ein rímuliga nýggjur bólkur, sum hevur fingið sítt fólksliga gjøgnumbrot við eini rockútgávu av Orminum Langa.
Bólkurin var við í Prix Føroyar tónleikakappingini, og í finaluni gjørdust teir annar av bólkunum, sum vóru valdir at spæla á donskum festivali.
Týr skal spæla í Jelling seinast í hesum mánaðinum, og teir ætla sær at gera nógv burtur. Teir verða á pallinum í ein tíma, og teir ætla so at siga bara at spæla sín egna tónleik.
Umframt danska festivaláhugan, hevur plátufelagsstjórin, Jens Ove Friis, eisini víst Týr áhuga, og ætlanin er at gera onkrar upptøkur í hesum sambandi.
Týr er eisini við í aðrir danskari tónleikakapping. Tað er Melody Maker Contest, sum er ein kapping, sum bara fer fram í danska høvuðsstaðnum. Týr hevur longu vunnið tvey innleiðandi umfar, og skal tí verða við í finaluni, sum verður hildin fyrst í komandi ári.









