Mikudagin 1. mars byrjar altjóða bindiklubburin í Runavík aftur. Hetta er tiltakið Sambinding, ið snýr seg um at binda saman, bæði við stokkum og við práti.
- Altjóða bindiklubburin er ætlaður sum eitt høvi hjá nýliga tilfluttum kvinnum í Føroyum at hitta aðrar kvinnur í økinum, eitt stað at hittast, læra av hvørjum øðrum og hugna sær saman.
Fyrireikararnir til tiltakið í Runavík siga, at tað ikki er nøkur treyt, at luttakararnir duga at binda fyri at vera við í bindiklubbanum. Bæði kvinnur av føroyskum og útlendskum uppruna eru vælkomnar við.
- Vit vóna, at luttakarar koma úr allari Eysturoynni. Tiltakið er partur av integratiónsátaki hjá Reyða Krossi Føroya, sum samstarvar við kvinnur kring landið og bókasøvnini á staðnum.
Altjóða bindiklubburin byrjaði fyri einum ári síðan á bókasavninum við Løkin. Skjótt var hann eisini fyriskipaður á øðrum bókasøvnum kring landið, og hevur undirtøkan verið góð allastaðni.