Tær bestu bresta saman

Sunnudagin hittast tvey tey fremstu liðini í kvinnudeildini. VÍF og Stjørnan vunnu gull og silvur í fjør, og tey eru aftur á odda í ár

 

Sunnudagin fáa fólk fyrstu ábendingina um, hvørja styrki kvinnuliðini hjá VÍF og Stjørnuni hava í ár.

Hesi bæði liðini hava fingið fulla úrtøkur burtur úr trimum teimum fyrstu dystunum í ár og roknað verður við, at liðini fara at verða í topppinum í vetur.

VÍF er favorittur til at endurvinna meistaraskapin. Liðið er sterkt, og nógvir góðir spælarar eru á liðnum. Síðani í fjør eru fáar broytingar hendar á liðnum, og við stórskjúttanum Ioana Rapa á odda verður tað trupult at steðga VÍF-liðnum.

Stjørnan hevur spælt væl higartil í ár, men liðið hevur ikki somu breidd í fjør, tá spælarar sum Vesna Tomajek og Annika Ljósstein vóru afturat. Aðrir spælarar hava tikið við, og nú skulu teir vísa, um teir klára at taka dystin upp við VÍF.


Sóljan roynir aftur

Tveir aðrir kvinnudystir verða um vikuskiftið. Í Vági fær VB vitjan av Kyndli sunnudagin, og her er talan um lið, sum hava fingið ymiska byrjan í kappingini.

VB hevur vunnið tveir dystir, men tapti móti oddaliðnum VÍF. Kyndil hevur vunnið ein av sínum fýra dystum, og tí kann VB roknast sum greiður favorittur í hesum dystinum. VB verður av nógvum mett sum fremsti kappingarneytin hjá VÍF til gullið.

Leygardagin verður dystur í Vágum, har Sóljan skal spæla ímóti Neistanum. Sóljan var seinasta vikuskiftið um reppið at koppa Kyndli, men havnaliðið fekk eitt mál meira. Nú skulu vágakvinnurnar royna at vinna á Neistanum.