Týr best umtóktir í Portugal

Á einari portugisiski heimasíðu ber til at atkvøða fyri bestu rokk fløgu í 2008, og í verandi løtu liggur Týr klárt á odda. Heimasíðan www.rockheavyloud.com hevur í løtuni eina atkvøðugreiðslu koyrandi, har møguleiki er fyri at atkvøða fyri bestu fløgu í 2008. 20 bólkar eru um boði, og í verandi løtu liggur føroyski rokk bólkurin Týr klárt á odda við fløguni ?Land?. Við 135 atkvøðum framman fyri nummar tvey er sera sannlíkt at Týr vinnur enn ein heiður, og at ?Land? tá av tódnar verður kosin til besta rokk fløga 2008 á portugisiski heimasíðuni.

 

Týr hava veruliga gjørt seg merktan í farna árið, og vóru teir tilnevndir til millum annað ?ársins fløgu? á Planet Awards. Hóast tað ikki eydnaðist teimum at vinna hendan heiður, so megnaðu teir at ognað sær heiti ?ársins tónleikanavn? í árliga tiltakinum hjá Kringvarpinum ?Stjørnukast?.