Rockbólkurin Týr er kanska virknasti føroyski tónleikabólkurin á altjóða tónleikapallinum, men í meira enn eitt ár hava allar konsertir og ferðir verið avlýstar, og útlit eru ikki fyri, at konsertferðir koma á skránna í summar ella heyst.
– Støðan er einki serlig. Tað sær ikki út til, at nógv fer at henda í summar. Vit høvdu eina vón um at fara á konsertferð í heyst, men tað sær heldur einki út við tí beint nú, sigur Heri Joensen, sangari í bólkinum.
Týr hevði tríggjar rimmar konsertir saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum í Havn beint fyri at korona rakti heimin í fjør. Fyri framman vóru konsertferðir í Europa, USA og fyri fyrstu ferð í Australia, men alt varð útsett og avlýst orsakað av koronu.
Onkrar konsertir vórðu fluttar til í ár, men tað hevur heldur ikki borið til at halda tær, og nú er púra einki á skránni hjá Týr.
– Tey, sum skipa fyri konsertum, bíða eftir, at tað er púra vist, at konsertir kunnu haldast, tí tað kostar orku og pengar at skipa fyri og flyta ella avlýsa umaftur og umaftur. Vit eru heilt einfalt ikki komin har til, at bókarar aftur eru farnir at gera avtalur um konsertir, sigur Heri Joensen.