Sambært veljarakanning i Sosialinum, sum Gallup hevur gjørt, stendur Gunvør Balle at koma inn, meðan Kristina Háfoss stendur sum nummar seks saman við tveimum øðrum.
Báðar hava tó góðar vónir um at røkka inn um tinggátt hesaferð.
Kristina Háfoss hevur verið burtur frá politikki í fýra ár. Hon var landstýriskvinna í mentanarmálum seinast hon var upp politikki.
Gunvør Balle hevur í nøkur ár verið føroyskur sendimaður í Íslandi, og hevur nú heimaftur komin valt at stilla upp til løgtingsvalið.
Sambært veljarakanningini hjá Sosialinum kemur hon strúkandi inn á Ting, men nú fáa vit so at síggja.