Týr atgongumerki skrædd burtur eftir 15 minuttum

Fyri aðru ferð innan eina viku er útselt til konsertirnar, ið Týr skal hava saman við Føroya symfoniorkesturi í februar mánaði.

Norðurlandahúsið boðaði fríggjadagin frá, at øll 1600 atgongumerkini til konsertirnar 7. og 8. februar næsta ár vórðu seld aftaná sjey tímar. Norðurlandahúsið segði tá, at arbeitt varð við at fáa í lag eykakonsert, og í sendingini Góðan morgun Føroyar í morgun boðaðu Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, saman við Hera Joensen og Poul Jákupi Thomsen frá, at skipað varð fyri eykakonsert kl. 16 8. februar.

Atgongumerkjasølan til eykakonsertina byrjaði kl. 9 í morgun, og bert 15 minuttir seinni vóru øll 800 atgongumerkini seld.

Talan er um skjótastu atgongumerkjasølu nakrantíð hjá Norðurlandahúsinum, upplýsir Lasse Thorning Jæger, verkætlanarleiðari í Norðurlandahúsinum.

- Vit í Norðurlandahúsinum eru ótrúliga fegin um áhugan fyri tiltakinum, og vit gleða okkum at lata dyrnar upp fyri áhoyrarum til konsertirnar við Týr og Føroya symfoniorkestri, sigur Lasse Thorning Jæger.

Tað er íslendingurin Haraldur Sveinbjørnsson, ið fer at gera 15 av Týr løgunum til kór og orkestur, og Bernharður Wilkinson skal stjórna orkestrinum.