Tápuligt mál oyðilegði veitsluna

U21-landsliðið Tað var leingi líkt til, at føroyska U21-landsliðið skuldi fáa eitt stig burtur úr útidystinum móti Moldova. Men eitt tápuligt mál tryggjaði heimaliðnum øll stigini

Føroyar høvdu møguleikan at enda á triðja plássinum í bólkaspælinum.
Men liðið rakk fimta plássinum í røðini av seks liðum.
Orsøkin var eitt tápuligt mál, sum Moldova fekk, tá lítil løta rest­aði í av dystinum móti Føroyum.
Tað er greiða niðurstøðan hjá Jóan Paula Dahl Jakobsen, sum var liðskipari hjá føroyska liðnum.
– Stríðshugurin var aftur fyri­myndarligur. Vit vóru undir trýsti í seinna hálvleiki, men tað var um reppið, at vit hóraðu undan. Men so fær ein mótstøðumaður ov nógv pláss í brotsteiginum aftaná horna­spark, greiðir málverjin frá.
Føroyska U21-landsliðið hevur staðið seg sera væl í hesari undan­kappingini. Liðið hevur vunnið 11 stig, og tað er føroyskt met.
Høgni Eysturoy spældi sín fyrsta dyst á U21-landsliðnum um viku­skiftið. Hann røkti plássið sum bakkur í høgru. Odmar Færø, sum oftast er á beinkinum, var á mið­vøllinum, og báðir stóðu seg væl, sambært Jóan Paula Dahl Jakobsen.
– Tað hava verið fleiri broytingar á liðnum, men tað tykist ikki ávirka stórvegis. Tað sigur ikki lítið um støðið á heildini, og um hugburðin hjá leikarunum, sigur hann.
Finnur Justinussen, Víkingur, varð rikin av vølli, tá seks minuttir vóru eftir av dystinum. Hann fekk sítt seinna gula kort.
Artur Ionita skoraði einasta mál­ið í dystinum í Moldova.