Mikrofonhaldarí og undirhald. Tað er í besta føri tað, ið sigast kann um journalistikkin um pensjónsviðurskiftini. Ein andstøða saman við Bjørn Kalsø er sloppin at definera absolutta veruleikan, sum síðani er borin víðari til allar føroyingar, uttan at veruligu viðurskiftini yvirhøvur eru lýst.
Eftir stendur, at nú eru pensjónirnar skerdar mundandi, og at tað er Javnaðarflokkurin, sum hevur staðið fyri hesi skerjing.
Veruleikin er ein annar. Pensjónirnar eru ikki skornar eitt oyra, síðani tingið kom saman aftur á ólavsøku, og heldur ikki hevur nakað lógaruppskot verið lagt fram ella viðgjørt, har pensjónirnar verða skerdar.
Ólavsøkupakkin
Rætt er tó, at í so nevnda ólavsøkupakkanum eru óhepnar orðingar kring pensjónsviðurskiftini. Tað kunnu vit ikki renna undan. Men ólavsøkupakkin er ongin lóg, sum kann reglulera pensjónirnar. Ólavsøkupakkin er ein ætlan fyri útreiðslukarmin á fíggjarlógini fyri næsta ár.
Júst fyri at sleppa undan millum øðrum óhepnu orðingunum um pensjónsviðurskiftini, gjørdi samgongumeirilutin í fíggjarnevndini í samráð við landsstýrismannin í fíggjarmálum av at broyta orðaljóðið í uppskotinum, áðrenn tað varð samtykt. Hetta hevði við sær, at man bant seg til ein fastan útreiðslukarm fyri samlaðu fíggjarlógina 2010, men ikki til at halda fast við øll nevndu tiltøkini í pakkanum.
Pensjónir
Tað einasta ítøkiliga, sum higartil er hent við nógv umrødda pensjónsreforminum, er at tað er komið eitt álit frá nøkrum búskaparfrøðingum, at tað hevur verið ein tíðindafundur um hetta álit og at tað síðani er settur ein bólkur av politikarum úr øllum politisku flokkunum at finna fram til eina felags semju um pensjónsreformin.
Í tí arbeiðinum hevur Javnaðarflokkurin boðað frá, at hann ikki tekur undir við at hækka pensjónsaldurin, men vil heldur hava eina lagaliga skipan, har summi kunni velja at vera longri á arbeiðsmarknaðinum, meðan onnur sum fyrr eru niðurslitin kunnu fara fyrr av arbeiðsmarknaðinum við pensjón, enn tey í dag hava møguleika til.
Vit hava somuleiðis víst á, at tað ikki er haldbært at mótrokna frá fyrstu tjentu krónu. Men at tað finnast aðrir skilagóðir mótrokningarmøguleikar, ið venda sosialt rætt.
Undrist tí, hvørja ferð ið politikarar uttan nakran mótspurning sleppa fram á skíggjan og í ávísirnar at siga, at Javnaðarflokkurin hevur skorið pensjónirnar. Tí tað er einfalt ikki rætt.
Tingmál 135/2008
Mest konkreta málið kring alt kjakið um pensjónsviðurskiftini var á tingi í apríl í ár. Tað var tingmál nr. 135/2008. Tjóðveldi átti hetta uppskotið.
Í tí uppskotinum mælir Tjóðveldi millum annað til (beinleiðis endurgivið):
»Almennu pensjónirnar – fólkapensjón og gjøld úr Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunninum – verða útgoldnar við vaksandi mótrokning í arbeiðsmarknaðareftirløn, soleiðis at tað almenna í mestan mun fíggjar tey, ið ikki hava aðra pensjón«
»Pensjónsaldur og skattafrádráttir av pensjónsuppsparing verða endurskoðað.«?
Undir orðaskiftinum av hesum uppskotinum í vár boðaði Javnaðarflokkurin frá, at vit ikki ynsktu at pensjónsaldurin varð hækkaður, at vit ikki ynsktu, at man fór at mótrokna í Samhaldsfasta, og at vit ikki ynsktu, at man fór at mótrokna pensjónina frá fyrstu krónu.
Hetta var eitt ógvuliga áhugavert orðaskifti. Tí millum annað fingu vit tá ágang frá andstøðuni, fyri at vit ikki vildu mótrokna pensjónirnar nóg nógv og taka samhaldsfasta við. Men serliga legði framsøgukvinnan hjá Tjóðveldi áherðslu á, at pensjónsaldurin mátti hækka. Hetta orðaskifti finst á bandasavninum hjá løgtinginum, um nakar hevur áhuga fyri tí.
Samanumtikið undrar tað stórliga, at man dag eftir dag sleppur at lasta Javnaðarflokkinum fyri at hava lækkað pensjónirnar, uttan at vit hava gjørt hetta. Og stórliga er tað at undrast á, at sami flokkur, sum helt, at vit vóru ov smæðin í mótrokning, nú enntá kritiserar okkum fyri at hava mótroknað, hóast vit ikki hava gjørt tað.