Tá prestar tiga

Tagnarlyftið er væl kent úr katólska heiminum, serliga úr munka og nunnukleystrum. Munkarnir og nunnurnar geva Gudi eitt lyfti um ikki at tosa við nakran, tað kann vera bæði í styttri og longri tíðarskeið. Hetta er fyri at halga seg meiri til Gud, at kunna miðsavna seg meiri um Hann, verður sagt.

Hvørt ár fara fleiri av føroysku prestunum á sonevndar kvirrudagar. Í morgunsendingini Góðan Morgun, Føroyar varð í morgun tosað við tveir av prestunum, sum vóru við á túrinum í ár, Hera Joensen og Sverra Steinhólm.

 

Teir báðir greiða frá, at tað var Marjun Kálvalíð, sum tók stig til hesar dagarnar. Høgtíðin er háarbeiðstíð hjá prestunum, og mong munnu unna teimum nakrar dagar at summa seg aftaná, slappa av og kanska fylla á aftur eftir at hava givið so nógv um høgtíðina.

 

Teir greiða frá, at tað er ymiskt, hvat prestarnir fáast við hesar dagarnar.

- Eg fekk skriva eina rúgvu. Prædikur, morgunlestrar, røður og ymiskt annað. Eg fekk veruliga nógv burturúr, sigur Heri Joensen.

Sverri Steinhólm sigur, at hann royndi at gera so lítið sum gjørligt.

- Nú er hetta aðru ferð, at eg eri við á hesum túrinum. Í fjør skrivaði og las er rættiliga nógv, men hesaferð valdi eg at gera eitt sindur minni. Og fari eg aftur næsta ár, ætli eg mær als einki at gera og bara vera í tøgn, sigur Sverri Steinhólm.

 

Hoyr alla samrøðuna við teir báðar her.