?Týpisku týskarnir? í eldin í kvøld

Sir Alex Ferguson, venjari hjá Manchester United, hevði ilt við at góðtaka samlaða tapið fyri Bayern Munchen í fjórðingsfinaluni. Hann kallaði teir fyri ?týpiskt týskarar?. Hann vildi tá vera við, at Bayern leikararnir gjørdu ov nógv av, tá teir royndu at fáa Rafael hjá Manchester United útvístan.

 

Hesa ferð er mótstøðan hjá Bayern Munchen fronsk. Lyon hópurin hevur eins og Barcelona ferðast við bussi fyri at koma fram orsaka av øskuni. Fyrst varð koyrt til Stuttgart, har hópurin yvirnáttaði, áðrenn leiðin gekk til Munchen. Lyon hópurin kom á mál í gjár um døguratíð. Tað varð koyrt í góðar 10 tímar tilsamans og kilometra talið kom uppá 800.

 

Lyon vann heldur óvantað á Real Madrid, áðrenn teir í fjórðingsfinaluni møttu landsmonnunum úr Bordeaux .

 

Dysturin byrjar kl 19.45 í kvøld.