Tá orð gerast til politiska manipulatión

Tað harmar meg almikið, at ein siðiligur og nærlagdur politikari sum Sirið Stenberg í blaðgrein roynir at manipulera eina útsøgn hjá mær um stakir upphaldarar í Føroyum. At eg havi nýtt eitt orð sum ”skelkað” um eina eina syrgiliga søgu í Útvarpinum verður nú brúkt til beinleiðis politiska manipulatión. Møguliga er orðið ”skelkað” nakað misbrúkt við tíðini, og møguligt óheppið valt til støðuna, men tað var mín spontana reaktión sum menniskja.

Men hetta merkir ikki, at eg ikki eri greið yvir, hvussu trupul støðan er hjá mongum støkum í Føroyum, og at eg ikki kenni ábyrgd fyri hesum lagnum vit hava í okkara samfelag. Um Sirið hevur fylgt við tí orðaskifti, ið hevur verið, so hevði hon kunnað lagt afturat, at eg javnan havi gjørt vart við støðuna og truplu korini hjá støkum uppihaldarum í Føroyum, tí hesi eru um nakar ein sera útsettur samfelagsbólkur.

Og somuleiðis kundi hon nevnt, at øktur lestrarstuðul er givin til støk við børnum á 1500 kr, at eyka stuðul á 6.420 kr árliga er veittur til stakar uppihaldarar, at barnafrádrátturin er øktur við 1000 kr, soleiðis, at føroyskar barnafamiljur nú fáa upp til 12.000 kr í barnafrádrátti um árið pr barn frá tí tað er føtt til tað er 18 ár, at støk við børnum eru uppraðfest í føstu veitingunum, sum just er samtykt í samband við lógina um arbeiðsfremjandi tiltøk, at arbeiðið er farið í gongd viðvíkjandi fátækramarki v.m. Hóast hetta neyvan er nokk hjá mongum, og nógv arbeiði er eftir at gera fyri at bøta um viðurskiftini, so eru hetta hóast alt talan um glottar, ið eg haldi eiga at verða nevndir.

Harmiligt er tað eisini, at Sirið Stenberg í somu blaðgrein sigur beinleiðis ósatt um, at eg atkvøddi ímóti bústaðarpakkanum, og at tað var ironiskt, at eg nú ætlaði at bøta um bústaðarviðurskiftini. Um hetta var fyri at pynta uppá eina góða søgu, ella tí hon ikki hevði kannað málið orduligt, skal eg lata vera ósagt. Hóast eg sat í andstøðu, so atkvøddi eg fyri uppskotinum um bústaðarpakkan, tí eg metti tað vera alneyðugt at fáa bøtt um bústaðarviðurskiftini í Føroyum, netupp við atliti at nevnda samfelagsbólki. Nú eg havi fingið ábyrgd av bústaðarmálum, ætli eg mær saman við fíggjarmálaráðharranum og húsalánsgrunninum at arbeiða hart fyri at fremja hetta í verki.

Annars má eg leggja afturat, at vit politiskt mugu ansa okkum við ikki at vera alt ov stigmatiserandi, tá ið vit nærmast koyra øll støk við børnum í ein fátækrabás, og siga at hesi eru óhjálpin og ikki klára seg sjálvi. Tað er at gera teimum órætt, tí hesin bólkur er eins ymiskt samansettur og aðrir samfelagsbólkar. Okkara politiska ábyrgd er at finna fram til tær lagnur í okkara samfelag, sum finnast í øllum samfelagsbólkum, ið hava tað serliga trupult og seta miðvísa hjálp inn har.