»tíð og rúm« á Landsbókasavninum

Í løtuni er høvi at síggja listaframsýningna »tíð og rúm« á Landsbókasavninum við verkum eftir Guðrið Poulsen, keramikara

Sýnd verða keramisk verk, í glasmontrum og á gólvi, og har afturat tekningar. Verkini eru frá 2007-08.

Framsýningin nevnist »tíð og rúm« og umfatar millum annað verk úr eini røð við heitinum Venus-variasjónir.

Eisini eru nøkur verk at síggja eftir Biritu Durhuus, sum var í starvsvenjing á keramikkverkstaðnum Leirlist í september.

»tíð og rúm« verður at síggja í forhøllini á Landsbókasavninum hetta til nýggjárs. Opið er mánadag-mikudag kl. 10-20 og hósdag-fríggjadag kl. 10-17.