Tollarar og Syndarar vóru seinasti bólkurin á Fjarðafestivalinum, og settu teir eitt fínt punktum á ein fínan festival, meðan teir á ein sera lættan hátt greiddu frá um gleðiboðskapin, og hvussu lætt tað er, at venda sær til Gud.
Syndin og kanska serliga líkasælan vóru nógv umrøddar í tekstunum hjá Bárði á Lakjuni og restini av tollarunum og syndarunum.
Boðskapurin er púra greiður. Tað er lætt at gera tað rætta, bara tú ikki ert líkasælur.
Við fleiri eksotiskum ljóðførum, sum panfloytu og guiro kendist tað sum, at bólkurin vildi vísa, at boðskapurin kann fangast allastaðni, hóast vit ikki altíð skilja orðini. Ella er tað bara okkurt teir halda ljóðar væl.
Lættir og einfaldir
Somuleiðis kann sigast, at bolkurin spælir eitt slag av tónleiki, sum helst kann kallast lættur fólkatónleikur í støðum.
Ein styrki hjá bólkinum er somuleiðis, at tekstirnir eru rættiliga einfaldir, so teir eru øgiliga lættir at móttaka.
Við á pallinum hevði bólkurin eisini grafikk, sum lýsti evnini á sangunum, og tað bendir enn meira á, at bólkurin metir, at boðskapurin skal vera lættur at koma til.
Hóast bólkurin var í lættara horninum tað mesta av tíðini, so vóru eisini løtur, tá bólkurin spældi tónleik, ið var eitt sindur tyngri.
Gott punktum
Forsangarin, Bárður á Lakjuni, tosaði nógv um, at klokkan var farin um songartíð. Men tað kann staðfestast, at tað loysti seg at sita uppi til T.O.S. og so kann mann fara í song aftaná.
Nú er Fjarðafestivalurin av, og lítil ivi er um, at fyriskipararnir eru fegnir um festivalin í ár, tí tað skilst, at tað mesta hevur gingið, sum eftir ánni, og hóast festivalurin hevur slept útipallinum, so vóru helst fleiri fólk á festivalinum í ár enn í fjør.