Sunnukvøldið 21.august kl 20:30 skipar Tónleikafelagið Grót fyri konsert við T.O.S. í Tøting í Gøtu
Bólkurin T.O.S. - Tollarar Og Syndarar - hevur verið rættiliga virkin, síðani hann varð stovnaður í 2008. Seinasta árið hevur verið rættiliga nógv ferð á - ikki minst grundað á nógv róstu útgávuna 'Til tann, ið oyru hevur', sum kom út fyri júst einum ári síðani. Í tí sambandi hevur bólkurin spælt bæði nógvar konsertir ymsastaðni í landinum - síðst á Summarfestivalinum, har teir umframt at spæla tilfar av fløguni høvdu nakrar nýggjar og feskar sangir á skránni. So verður eisini sunnukvøldið.
Nakað, sum ger tónleikin og framførslurnar hjá bólkinum eitt sindur serligar, eru tey ymisku ljóðførini, ið verða nýtt. Umframt tey vanligu ljóðførini sum trummur, bass, guitar og keyboard, verða harmonikan, melodikan og klokkuspælið javnan havd á lofti, og eisini ukulelan, oljutunnan, málingablikkið og annað gott sleppur upp í part, tá T.O.S. framførir.
Fasta manningin telur 6 mans, men til framførsluna í Tøting verða tónleikararnir fleiri - m.a.fara klarinett og horn at vaksa um litføgru ljóðmyndina. T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum eitt slag av fólkatónleiki, ið er ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði valsur og rokkur er við.
Hesum boða fyrireikarar frá.