Sunnukvøldið 9. august klokkan 20 hevur tónleikabólkurin T.O.S. konsert á Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Konsertin er ókeypis.
Bólkurin er m. a. mannaður við Bárði á Lakjuni (Salt) og Eileri Hansen (Visible Fish). T.O.S. spælir tónleik, ið er eitt sindur torførur at seta í bás og kann kanska best lýsast sum eitt slag av fólkatónleiki, ið er ein vavstur av tónleikaligum íblástri úr øllum ættum. Bæði valsur og rokkur er við. Frá Santana til Jularbo.
Nakað, sum kanska ger tónleikin og framførslurnar hjá bólkinum eitt sindur serligar, eru tey ymisku ljóðførini, ið verða nýtt. Umframt tey vanligu ljóðførini sum trummur, bass, guitar og keyboard, verða harmonikan, klarinettin og klokkuspælið javnan havd á lofti, og eisini pan floytan og melodikan sleppa upp i part, tá bólkurin er á palli.
T.O.S., sum er ein stytting av ´tollarar og syndarar´, hevur spælt saman í hálvt annað ár og hevur luttikið á bæði innandura og uttandura tiltøkum. Teir, ið manna bólkin, eru: Eiler Hansen, Jan Nónklett, John Ellingsgaard, Jógvan S. Sevdal, John Eliasen og Bárður á Lakjuni.
Tiltakið í Reinsarínum verður sunnukvøldið 9. august kl 20 og er sum nevnt ókeypis.