Í kvøld klokkan 20 verður á øðrum sinni skipað fyri Syngið Við tiltaki í Hoyvíkar kirkju. Hesaferð luttekur serstakur gospelbólkur úr Eysturoynni við sangi.
Eitt slíkt Syngið Við tiltak varð fyrstu ferð hildið í fjør. Tá var nógvur felagssangur á skránni, eins og navnframi sangarin og yrkjarin Martin Joensen sang nakrar av sínum sangum.
Hesaferð verður tað ein eins serstakur bólkur sum fer at luttaka, nevniliga gospelbólkurin T.O.S. sum er ein stytting fyri Tollarar og Syndarar.
Ætlanin er at syngja nógvan góðan felagssang og sálmar, og at bólkurin fer at framføra fleiri av sínum sangum.
Tiltakið byrjar í Hoyvíkar kirkju í kvøld klokkan 20. Aftaná verður hugnaløta við einum góðum drekkamunni í kirkjukjallaranum.