Tónlistarlig tíðarmaskina í REX

´Vit spæla einans løg, ið øll kenna´ er sloganið hjá danskt/føroyska dansibólkinum, sum spælir í Rex komandi vikuskiftið. Fríggjakvøldið og leygarkvøldið spælir nevniliga danskt/føroyski bólkurin ´No. 1 Hits´ tey bestu løgini seinastu fjórðings øldina í Rex. Á skránni eru nýggj og eldri syngið-við-løg, ið hava í sær ein feril av nostalgi. Hetta vikuskiftið verða m.a. løg hjá Robbie Williams, Madonnu, Bryan Adams og Ricky Martin at hoyra.

 

´No. 1 Hits´ er ein spildurnýggjur bólkur. Føroyska íkastið er trummuleikarin Fríði Øster, sum er búsitandi í Danmark.